Skip to main content

Tíðindi

Gjaldið fyri at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin ásett

Tá Sandoyartunnilin letur upp fyri ferðslu, fer tað at kosta tað sama, at koyra ígjøgnum Sandoyartunnilin, sum tað kostar, at koyra millum Eysturoynna og Streymoynna ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

Tað skrivar vp.fo.

Prísirnir síggjast á www.tunnil.fo. Avsláttarskipanin fyri Eystur- og Sandoyartunnilin, er serskild fyri hvønn tunnil sær. 

Frá 1. februar 2023, verða prísirnir fyri leigubilar, at koyra í gjøgnum Eysturoyartunnilin, samstundis tillagaðir. Prísirnir síggjast somuleiðis á www.tunnil.fo.