Skip to main content

Tíðindi

Góðkend broyting í byggisamtykt fyri 2019 – 2025

Endalig góðkenning - Broytingar í almennu byggisamtyktini fyri Sands kommunu

 

Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarplanir og byggisamtyktir við seinni broytingum verða hesar ásetingar at galda fyri Sands Kommunu.

LEGG TIL MERKIS: Øll viðkomandi skjøl í hesum málinum eru niðast á hesi síðu

Sands Kommuna fevnir um bygdina Sand, innan- og uttangarðs. Í vídd knappliga helvtin av Sandoynni.

Norðureftir er bygdarmarkið ímóti Skopun kommunumark, og eystureftir er bygdarmarkið móti Skálvík og Skarvanesi kommunumark.

Mitt í oynni hevur Sands Kommuna av náttúrligum orsøkum verið og er miðdepilin í Sandoyar sýslu.

Friðingar og byggifyrivarni

Sermerkt lendi í landslagnum verða verandi óbygd og skulu ikki órógvast.

Dentur verður lagdur á, at bygging í mest møguligan mun skal fara fram á lendi, sum ikki er vælegnað til landbúnað. 

Á landbúnaðarjørðini verður givið loyvi til bygging, ið hevur samband við at røkta jørðina, eitt nú inni í Dal, inni í Brekkum og yviri í Søltuvík.

Tað sama er galdandi fyri hagan, og her kemur náttúrufriðingarnevndin inn sum myndugleiki.

 

Ætlanin við og aðaltátturin í skipanini

Ætlanin er fyrst og fremst at tryggja skipaða bygging, soleiðis at bygdin veksur har hon er í dag, og í tí sambandi at tálma bygging, ið hevur frárensl í vøtnini. Byggiætlanirnar verða skipaðar sum náttúrligt framhald av verandi byggingum.

Ein ætlan er gjørd fyri útstykking uppi á Vatnsryggi, frá Søltuvíkarvegnum norð ímóti Gudduryggi. Atkoma til hesa nýggju útstykking verður frá Søltuvíkarvegnum.

Smáu búnaðarteigarnir millum húsa í bygdini sum eru nóg stórir at byggja sethús á, eru lagdir út sum sethúsaøki.

Øll samtyktu og góðkendu byggifrávikini eru tikin við í kortskjalið til nýggju samtyktina.

 

Økið, ið samtyktin fevnir um

  1. Byggisamtyktin fevnir um alla kommununa.
  2. Kommunan verður býtt soleiðis eftir nýtslu av økjunum:
  1. Sethúsaøki

Á.   Gamli sethúsabýlingurin í Koytu

B.   Almennir stovnar og øki

D.   Miðstaðarøki

Ð.   Vinnuøki

E.   Havnaøki

F.   Landbúnaður

G.   Frílendi

H.   Summarhúsøki

I.    Savnsøki

J.    Tjalding og húsvognar

Almennar ásetingar

Byggivald

  1. Byggivaldið á Sandi útinnir kommunustýrið, sambært løgtingslóg um býarskipanir  og byggisamtyktir, byggilógina, løgtingslóg nr. 60 frá 15. mei 2012, og teimum harav lýstu kunngerðum og byggireglugerðum.
  2. Farið kann ikki verða undir arbeiði uttan skrivligt loyvi frá bygdarráðnum.
  3. Byggiumsókn skal vera skrivlig og hjálagdar skulu verða tær tekningar og aðrar upplýsingar, ið krevjast sambært vegleiðingum frá Sands kommunu.
  4. Byggivaldið skal hava boð um, nær arbeiðið byrjar.
  5. Byggivaldið skal veita nýtsluloyvi áðrenn bygging kann takast í nýtslu.
  6. Undantikið krøvunum í stk 2, 4 og 5 er bygging av slíkum slagi, sum bygdarráðið hevur samtykt er undantikin kravi um byggiloyvi.

Frávik

  1. Byggivaldið kann geva frávik frá ásetingunum í hesari byggisamtykt. Somuleiðis kann byggivaldið geva frávik sambært grein 1.10 í bygningskunngerðini.
  2. Áðrenn frávik verður givið, skal boð sendast grannunum skrivliga, og kann fráviksloyvi ikki verða givið fyrr enn í minsta lagi tvær viku eftir at grannarnir hava fingið boðini.

Møguligar viðmerkingar frá grannum eru vegleiðandi og skulu haldast innanhýsis hjá byggivaldinum.

Kæra

  1. Avgerðir kommunustýrisins sambært hesari byggisamtyktini, teimum serstøku byggisamtyktunum og bygningsreglugerðini, kunnu kærast til lendiskærunevndina undir landsstýrinum.
  2. Tá ið annað ikki er fyrisett, er kærufreistin 30 dagar frá tí degi, avvarðandi fekk avgerðina at vita og upplýsing um hesa freist og um, hvat vald kært kann verða til. Fyri avgerðir, ið alment eru kunngjørdar, verður kærufreistin roknað frá hesum degi.
  3. Kæra um fyriskipan, ið byggivaldið hevur givið, frítekur ikki frá at gera eftir henni; tó er kæruvaldinum heimilað at áseta, um kæran skal kunna leingja tíðarfreistina í málinum.
  4. Sakarmál, til tess at royna avgerðir, ið eru tiknar av landsstýrinum sambært teirri almennu og teimum serstøku byggisamtyktunum, skulu verða gjørd innan 6 vikur frá tí degi, avgerðin er boðað tí avvarðandi. Viðvíkjandi avgerðum, ið eru alment kunngjørdar, verður kærufreistin roknað frá kunngerðardegnum.

 

Ásetingar fyri Øki A – Sethúsaøki

  1. Loyvt er einans at byggja sethús við upp til 2 íbúðum og – eftir serloyvi frá byggivaldinum – tvíhús, rað- og ketuhús o.t. roknað til eitt húski hvør eind. Í sambandi við bústaðirnar skal tó bera til at innrætta høli til handlar, onnur vinnuendamál og stovnar, treytað av at hesi virki ikki eru til ampa ella lýta dámin á økinum sum sethúsabýling og ikki eru meir enn 50 % av byggingini.
  2. Grundøkini skulu vera í minsta lagi 400 fermetrar til støddar. Kommunustýrið kann tó í serligum førum loyva bygging á grundøkjum niður í 300 fermetrar fyri sethús (einhúskishús) og 200 fermetrar fyri hvønn partin av tví-, ketu- ella raðhúsum.
  3. Ikki er loyvt at byggja sethús nærri marki enn 2,5 metrar, og bilhúshurðar/-op skulu hava 5 metrar til mark. Í heilt serligum føri 4 metrar.

 

Ásetingar fyri Øki Á – Gamli sethúsabýlingurin í Koytu

  1. Økið verður varðveitt sum sereyðkenni fyri sethúsaeind frá farnari tíð. Sí samtyktu serstøku byggisamtykt.
  2. Viðlíkahald av húsum skal fremjast í samráð við bygdaráðið og byggimyndugleika tess.

 

Ásetingar fyri Øki B – Almennir stovnar og øki

  1. Økið verður nýtt til almenna tænastubygging.
  2. Sum almenn tænastubygging er at rokna:
  1. Skúli
  2. Barnagarður
  3. Røktarheim
  4. Læknamiðstøð
  5. Almennir tænastustovnar
  6. Kirkjur og samkomur
  7. Kirkjugarðar
  8. Eldraíbúðir
  9. Ítróttur
  10. Onnur tænastubygging

 

Ásetingar fyri Øki D -  Miðstaðarøki

  1. Øki verður lagt av til miðstaðarbygging, t.e. handlar, bankar, skrivstovur, samkomuhøli, matstovur, hotel o.a.

Í serstøkum førum er loyvt at innrætta íbúð til virkiseigara ella starvsfólk. Bústaðurin má ikki fara uppum 30 % av samlaðari gólvvídd.

 

Ásetingar fyri Øki Ð – Vinnuøki

  1. Økið verður nýtt til ídnaðar-, matvøru- og handilshús, verkstøð, verksmiðjur, bjargingar- og tilbúgvingarhallir, renovatiónsøki, umframt ymiskt annað tænastuvirksemi.
  2. Einstøku grundstykkini mugu ikki vera smærri enn 750 fermetrar.
  3. Byggjast má ikki nærri marki enn 5 metrar.
  4. Á hesum økinum er ikki loyvt at innrætta bústaðir.
  5. Einki byggiloyvi má verða givið, fyrr enn vatn, vegur og almennar veitingar annars eru til taks.

 

Ásetingar fyri Øki E – Havnaøki

  1. Økið verður lagt av til havnalag og til virksemi ið hevur samband við hetta.
  2. Útstykking kann bert fara fram eftir ætlan fyri náttúrliga avmarkað størri øki.
  3. Bygging má ikki verða sett nærri bryggjutrom enn 15 metrar, ella nærri aðrari bygging enn 5 metrar.
  4. Á hesum økinum er ikki loyvt at innrætta bústaðir.
  5. Lendið á hesum øki kann bert leigast og ikki avhendast.

 

Ásetingar fyri Øki F – Landbúnaður

  1. Landbúnaðarlendið er hagin og innangarðsjørðin, velt sum óvelt, ið verður brúkt av fólkinum her býr, í privatum og vinnuligum høpi.

Verkløg, so sum grótbrot og alistøðir, verða at fremja við serstakari byggisamtykt.

Í serligum føri kann verða kravt, at bygningar hava flagtekju.

  1. Loyvt er bert at byggja hús, ið neyðug eru til tess at tryggja fullgóðan rakstur av virkjum við endamálum, ið nevnd eru í 1. stk. Tó er loyvt at gera slík teknisk virki og hús, ið neyðug eru til ravmagns- og vatnveitingar, til burturbeiningar av skarnvatni,  til telesamskiftisloysnir og í sambandi við vegahald.
  2. Hús og teknisk virki skulu vera soleiðis til útsjóndar og setast soleiðis í lendinum, at tey lýta landslagið minst møguligt.
  3. Tá ið talan er um byggiloyvi eftir hesi grein, skal frágreiðing fylgja við umsóknini, og er byggiloyvi treytað av, at kommunustýrið samstundis góðkennir frágreiðingina.
  4. Í sambandi við vinnuligan landbúnað skal lýsingin í minsta lagi fevna um:
  1. Grundarlagið fyri virkseminum
  2. Hvussu rakstur verður skipaður
  3. Hvat slag av djórahaldi talan er um
  4. Hvussu stórt talið av djórum verður
  5. Burturbeiningarskipan av tøðum
  1. Hóast ásetingar í stk. 4, kann byggjast bygningur í einari hædd á traðarstykki har mesta víddin á bygninginum er 20 fermetrar. Bygging verður ikki loyvd á traðarstykkjum, sum eru undir 2000 fermetrar.

 

Ásetingar fyri Øki G – Frílendi

  1. Øki verða løgd av til frílendi, t.e. lendi, sum ikki má byggjast á, og verða at nýta til at varðveita náttúru, fornminni og at hugna sær í.

 

Áseting fyri Øki H – Summarhúsøki

  1. Grundøki skulu vera í minsta lagi 200 fermetrar og í mesta lagi 300 fermetrar.
  2. Byggjast kann bert í einari hædd við lofti, og húsini skulu lagast landslagnum sum best
  3. Uttanumøki skal vera væl frágingið
  4. Økið skal hava góðkenning til kommunala íbinding til vatn og kloakk.
  5. Vegaføring skal vera til frítíðarhúsøkið og á frítíðarhúsøkinum.
  6. Bert eitt frítíðarhús kann verða bygt og innrættað á hvørjum sjálvstøðugum matrikli.
  7. Húsini skulu vera í jørðliti.
  8. Summarhúsøkið Handan Hamralið er skipað við serstakari  byggisamtykt

 

Áseting fyri Øki I – Savnsøki

  1. Gamla lendingin niðri á Hamri við Akselsa handli og tilhoyrandi uttanumøki verður lagt út sum savnsøki.
  2. Listasavnið á Sandi og húsini á matriklinum verða somuleiðis løgd út sum savnsøki.
  3. Innan fyri hesi øki mugu bert verða settir bygningar, ið samsvara við endamálið hjá hesum øki.
  4. Byggjast má einans eftir eini av byggivaldinum góðkendari byggiætlan fyri hesi øki.

 

Áseting fyri Øki J –Tjalding og húsvognar

 

  1. Øki verður lagt av til stað, har tjøld og campingvognar kunnu halda til. Má tó ikki nýtast til heilárstilhald.
  2. Hús mugu bert vera bygd, sum hava náttúrligt tilknýti til tað endamál, sum økið er ætlað, og sum bygdarráðið hevur góðkent.
  3. Áðrenn farið verður undir at gera økið klárt, skulu nágreiniligar reglur gerast fyri nýtslu og hald, og skulu loyvi verða fingin til vega frá øllum avvarðandi myndugleikum.

Broytingar í byggisamtyktini

Broytingar í byggisamtyktini kunnu verða gjørdar eftir bygdarráðssamtykt við góðkenning Innlendismálaráðsins sambært lóg um samtykt og góðkenning av nýggjum byggisamtyktum.

Umhvørvis & Vinnumálaráðið