Tíðindi
Gott samstarv um yvirvøku av rottu
Í Føroyum eru 11 rottufríar oyggjar. Teirra millum Sandoy, sum umframt at vera tann størsta rottufría oyggin, eisini hevur ríkt fuglalív, sum skal verjast móti rottuni, sum sannlíkt lættari sleppur í oynna, tá undirsjóvartunnilin letur upp fyri ferðslu.
Ein liður í at fyribyrgja, at rotta fær fótin fyri seg í Sandoynni er at hava yvirvøku, tvs. at gera afturvendandi kanningar fyri at vita, um rotta kann vera komin í oynna, uttan at nakar hevur varnast tað.
Allar kommunur í Sandoy hava í 2021 lagt út serligar yvirvøkutunlar, sum kunnu avdúka rottu. Tríggjar ferðir í ár hava fólk hjá kommununum lagt sokallað blekkkort við lokkumati í tunlarnar. Kortini eru sett á støð í øllum bygdunum, har tað kann væntast, at rotta kann finna sær føði og skjól, t.d. har fóður verður goymt. Tá rotta fer eftir lokkumatinum í yvirvøkutunlinum, fær hon blekk undir beinini, sum sæst aftur sum fótafet á kortinum.
Hetta árið hava kommunurnar í Sandoy og Umhvørvisstovan í góðum samstarvi fingið gongd á yvirvøkuna í oynni. Tríggjar yvirvøkur hava verið í ár, og úrslitið hevur hvørja ferð verið, at eingi tekin hava verið um rottu. Hinvegin sæst týðiliga, at nógvar mýs hava verið í tunlunum. Eftir hvørja yvirvøku hevur Umhvørvisstovan skipað fyri fundi, har kommunurnar hava lagt fram úrslitini frá seinastu yvirvøkuni, umrøtt mannagongdir, og hvussu yvirvøkan kann gerast betri.
Fyri trimum vikum síðani varð seinasti fundur av hesum slag í Sandoynni í ár. Á skránni vóru úrslitini frá yvirvøkuni í november. Næsta yvirvøka verður í februar 2022.
Á myndini eru: Frá vinstru: Jákup Martin Sørensen, borgarstjóri í Húsavíkar kommunu, Palli á Lava, tekniskur leiðari í Skálavíkar kommunu, Bjarki Henriksen, kommunustýrislimur í Sands kommunu og Hallmar Winther, kommunustýrislimur í Skopunar kommunu.