Tíðindi
Goymið ikki fýrverk til næsta nýggjár
Fýrverk verður beint burtur á rættan hátt við at lata tað inn til eitt mannað endurnýtslupláss, har tað verður heintað av IRF. Finn endurnýtslupláss og upplatingartíðir her.
Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið.
Um størri nøgdir av fýrverki skulu beinast burtur, verða fólk biðin um at ringja til IRF á 414243 fyri nærri vegleiðing. Somuleiðis verða skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, biðin um at seta seg í samband við IRF.