Tíðindi
Hetta var fyrsti bilurin í gjøgnum Sandoyartunnilin
Myndina eigur Sonni Ahorni, sum arbeiðir í tunnlinum. Hann sigur, at bilurin á myndini er fyrsti bilur sum koyrdi allan vegin ígjøgnum av Gomlurætt til Traðardal.
Myndin er tikin í samband við at seinasta skotið varð latið av, og hol var í gjøgnum í Sandoyartunnlinum.
Portal.fo skrivaði soleiðis um løtuna í gjár.
Hátíðarløta var undir Skopunarfirði nakað eftir klokkan 13 tá seinasta skotið varð latið av, og hol var í gjøgnum.
Hóast tunnilin ikki verður liðugur fyrr enn um meira enn eitt ár, er hetta størsta løtna hjá tunnilsarbeiðarunum.
Hetta er løtan tá tunnilsliðini koma saman í tunlinum og fáa høvið at reypa. Norsk siðvenja er eisini, at bróta eina cognac fløsku niður í tunnilin, og eisini at cognac verður skonkt.
Tað skrivaði Sverri Egholm á portal.fo í gjár.