Skip to main content

Tíðindi

Kom til bústaðartiltakið á Sands Bókasavni týskvøldið 7. mai kl. 19:30

Føroya Banki bjóða inn - trýst á linkin niðanfyri

Bústaðartiltak um bygging og umbygging 

Annaðhvørt tú skalt byggja hús ella hevur ætlanir um at umvæla bústaðin, so er nógv at taka støðu til. Hvat skalt tú hugsa um, tá ið tú teknar títt dreymaheim, og hvat slag av orkuskipan loysir seg best at velja? Hesir og nógvir aðrir spurningar verða svaraðir á temakvøldinum um bygging og umbygging, har tú fært bæði kunning og íblástur.

Serfrøðingar fara at greiða frá

Til tiltakið fer Jóan Petur á Stongum, arkitektur,  at  greiða frá, hvat tú skalt hugsa um, í sambandi við ljós, ljóð, staðseting, vind, hita osfr.  tá tú skalt byggja. Síðani fer Óla Jákup Bech, stjóri á Melcon,  at greiða frá um, hvat tú skalt hugsa um, áðrenn tú fert í gongd við at byggja, og ímeðan tú ert í gongd, og hevur nógv góð ráð hesum viðvíkjandi.

Eisini fært tú kunning um ymisku fíggingarmøguleikarnar, sum eru í sambandi við nýbygging og umvæling.


Skrá

Kl. 19.30 - Vælkomin

Kl. 19.40 - Húsabygging, Óla Jákup Bech, Melcon

Kl. 20.15 - Ljós, ljóð og staðseting, Jóhan Petur á Stongum , arkitektur

Kl. 20.40 - Fígging og tryggingar, Katrin Á. Hansen, kundaráðgevi í Føroya Banka.

Tekna teg HER Bústaðartiltøk (banknordik.fo)