Skip to main content

Tíðindi

Koppsetingareindin á ferð

Nú er aftur møguleiki at blíva koppsetur í móti corona heima á Sandi. Koppsett verður mikudagin 06-10-2021 í millum kl. 14.00 og 15.15 Tey sum eru innkallaði til seinna prikið, hava fingið at vita, at tey skullu møta í Tórshavn. Tað er ein sjálvvirkandi skipan sum hevur sent hesi boðini út. Tit og øll onnur eru vælkomin her í umsitingarbygningin hjá Sands kommunu Mørkin Mikla 3. Vónandi verða tað mong sum taka av gylta møguleikanum frá Koppsetingareinini.