Skip to main content

Tíðindi

Kunning frá Sands kommunu

Á valinum 2020 varð nýtt bygdaráð valt í Sands kommunu. Nú 2021 er farið afturum, ynskir bygdarráðið at kunna borgararnar um, hvat arbeitt hevur verið við farna árið og hvørjar ætlanir eru fyri framman.

Skattaprosentið og barnafrádrátturin vóru í 2021 ávikavist kr. 8.500,-  og  21,75 % og verður hettar óbroytt í 2022.  (Í LINJUNI OMANFYRI STENDUR, AT SKATTAPROSENTIÐ Í KOMMUNUNI ER 21,75, TAÐ ER EIN TASTIFEILUR, TAÐ RÆTTA ER 20,75. TAKK TIL TANN SUM VAR VAKIN OG RINGDI TIL BORARSTJÓRAN, UM HETTA)

Samlaða inntøkan hjá Sands kommunu var í 2021 kr. 29,6 mill. og av hesum vóru  kr. 1,76 mill.,  DIS og FAS, kr. 7,5 mill. í eftirlønum, kr. 1,05 mill. í partafelagsskatti og 19,3 mill. í persónsskatti.

Í fíggjarætlanin hjá Sands kommunu fyri 2022 er avgjørt, at foreldur við børnum í barnagarði og vøggustovu bert gjalda eitt barnagarðsgjald, uttan mun til tal av børnum. Gjald fyri frítíðarskúla verður í fyrstu syftu óbroytt.

Kostnaðurin fyri kommunalu samstørvini í 2021, vóru kr. 12,2 mill.

Samstørvini umfata:

Barnaverndartænastan:                     kr. 1.050.000

Eldraøkið                                           kr. 7.765.000

Skúlasambandið                                kr. 2.460.000

Visit Sandoy                                       kr.    480.000

Kommunulæknaskipanin                   kr.    260.000

Musikkskúlin                                      Kr.    170.000

 

Íbúgvaratalið var 1. januar 520 fólk

 

Bústaðarviðurskifti:

Avgerð er tikin um at gera útstykking uppi á Vatnsryggi, har 33 grundstykkir verða fyrireikað.

Avgerð er tikin um at fyrireika keyp av lendi í Sandabrekkuni til sethúsabygging ella íbúðarbygging.

 

Tekniska økið:

Av størru verkætlanunum, sum arbeitt hevur verið við, kann nevnast fyrireiking av nýggja barnagarðinum, sum avgerð er tikin um skal vera í økinum við nýggju útstykk­ingina á Vatnsryggi. Kommunan hevur útvegað sær grundstykki til barnagarðin.

Avgjørt at játta Landsverki at byggja Trafostøð á Brekkuni stóru.

Avgjørt at játta Mowi at byggja Trafo/talvuhús og leggja kaðal út á Sandsvág. Eisini er viðmælt at víðka um aliøkið, og leigusáttmáli er gjørdur fyri kaiøkið.

Sáttmáli gjørdur um nýtt tyrvingarpláss í Sandarhaga.

Avgjørt at taka av tilboði frá EM Asfalt  uppá kr. 1.059449,- fyri at asfaltera nýggja partin av Ovaravegi við  gongubreyt og parkeringsøkið úti í Støð.

Arbeiðið at fríðka havnarlagið er byrjað. Flakavirkið er keypt og farið verður undir at byggja fleiri skúrar, og ruddingararbeiðið av havnalagnum byrjar til várs.

Avgjørt at játta umsókn frá skúlasambandinum uppá kr. 300.000,- í trý ár, at gera ábøtur uppá Meginskúlan. Játtanin er treytað av, at hinar kommunurnar eisini játta samsvarandi býtislyklinum fyri skúlasambandið.

Arbeitt við eini heildarætlan í samband við tær umsóknir, sum eru komnar um broytingar í byggisamtyktini.

Arbeiði er í gongd við at fríðka bygdina sum heild, herundir at finna staðseting til spælipláss. Eisini er hol sett á arbeiði at ferðslutryggja bygdina, nú meira ferðsla kann væntast og fyrsta gjøgnumgongdin við  ferðslumyndugleikunum hevur verið. Sum ein partur av hesum er syrgt fyri, at ljóðviðurskiftini við parkeringsøkið við skúlan eru fingin í rættlag og busskýli sett upp niðri við brúgv.

 

Mentanarøkið:

Mentanarnevndin hevur játtað stuðul til nógvar lokalar áhugafelagsskapir, so sum dart, seyðahundafelag, sangkór o.a., hettar eru vanliga upphæddir frá 2-5.000 kr.

Eisini er stuðul játtaður til hesar felagsskapir/stovnar:

B71 kr. 250.000,-

Mat- og Moldmentanarháskúlin kr. 200.000,-

Sands Bygdasavn kr. 30.000,-

Ungmannafelagið Virkið kr. 100.000,-

Listasavnið kr. 68.000,-

Sands kommuna hevur saman við Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar kommunu skip­að samstarvið Visit Sandoy, har kommununar partur av rakstrinum er kr. 480.000, tá er bókasavnið eisini partur av avtaluni. Játtanin til bókasavnið er hækkað, soleiðis at betri møguleikar eru at hava tiltøk og fyrilestrar og fyrstu tiltøkini eru sett á skrá.

Skipað hevur verið fyri fráfaringarhugna fyri Betty Hansen, fyrstalærara, tá hon fór frá, somuleiðis sum vælkomuhugni var  fyri Lilian Hentze, tá hon byrjaði. Eisini var móttøka fyri 3. flokki í Sands skúla, tá tey vunnu heiðurin ”Ársins vitanarfróðu”, og Birita Poulsen bleiv heiðrað við peningagávu, tá hon fekk serstøku virðisløn landsins.

Í februar mánaða avgjørdi Sands kommuna at gerast partur av ABC fyri sálarheilsu og skipaðu vit í mars mánaði, saman við hinum kommununum í oynni, fyri átakinum ”Virkin Sandoyggj”. Avgerð er tikin um, at vit aftur í ár fara at luttaka í ”Virkin Sand­oyggj”, sum aftur verður í mars.

Grøna leiðin:

Kommunan hevur bjóðað áhugaðum Bokashi skipan til sankutøð og glasendurvinningarskipan.

Eisini er fingin til vega konteynari, har møguligt er hjá fólki at seta lutir, tey ikki sjálvi nýta, men sum onnur kunnu hava gleði av. Reglugerð um skipanina er á veg.

Fyrsta holið til jarðhitaskipan fyri at gera Sands skúla grønan er borað.

Skipanin við at útvega plantupakkar til borgarar í kommununi er uppafturtikin og væl móttikin.

Corona:

Coronastøðan hevur gjørt at fleiri av tiltøkunum, sum kommunan vanliga er partur av, eru avlýst, m.a. bæði seinsummardagar, eplafestivalurin heilar 2 ferðir og vanligu jólatiltøkini. Hetta harmast vit sjálvandi um og vóna og vænta at kunna taka tey uppaftur í ár.

Sands kommuna arbeiðir við at gera tað lættari hjá borgarunum at leita sær upplýsningar um kommununa og hevur í eina tíð arbeitt við at útvega nýggja heimasíðu, sum eitur sandur.fo. Ætlanin er tískil framyvir at at kunning frá kommunustýrisfundum o.a. verður lagt út á heimasíðuna. Um so er, at onkur ynskir sær at fáa kunning frá kommununi á pappíri, eru tey vælkomin at boða frá við at ringja til Sands kommunu tlf 661030

Sands Bygdarráð