Tíðindi
Kunning um spreinging
Kunning til borgarar á Sandi um spreingiarbeiðið í nýggju útstykkingini á Skarðsbønum.
Hetta er sama kunning sum er á facebook-vanga okkara.
Frágreiðing um spreingiarbeiði:
Fyri at minka um ristingar og sprutt frá spreingingunum.
• bora tætt
• skjóta lítlar salvur
• dekka við spreingimáttum, troli og fylti
• reinsa hellina væl áðrénn skotið verður
• ikki spreingja tá vindur kann føra tilfar inn yvir bygt økið.
spreingiætlan verður gjørd fyri økið, eisini verður spreingiplanur gjørdur fyri hvørt skotið sær.
Tað skulu setast upp ristmátara á sethúsini eystan og sunnanfyri útstykkingina. Avtalað verður hvat hægstu ristingarnar skulu vera.
Tað er ásett at mestu ristingar skuldu verða 30 mm/s
Higartil hava spreingingarnar gingið væl. Ristingarnar hava verið væl niðanfyri ásetingina.
Tað hægsta sum er mált, higartil, er 22 mm/s á vestara mátarunum og 13 mm/s á eystara mátarunum.
Herfyri gjørdu fólk vart við, at tey merktu og hoyrdu væl til tá sprongt var. Ristmátarnir vístu tó ikki nakað óvanligt, ristingarnar vóru framvegis væl niðan fyri tað ásetta.
Fyri at kom hesum til lívs, var spreingiætlanin broytt, minni dynamitt fór í hvørja salvu.
Eisini vóru tveir eyka ristmátarar settir upp á bygningar eystanfyri har sprongt var.
Eftir at spreingiplanurin varð broyttur, hoyra og merkja bygdafólki munandi minni til tá sprongt verður.
Nýggju ristmátararnir vísa eisini at ristingarnar eru minni enn 5 mm/s tá sprongt verður.
Sands kommuna takkar fyri tolsemi frá borgarum í sambandi við arbeiðið at útstykkja á Skarðsbønum.
Vit takka eisini teimum sum boða frá, og vilja vit royna at gerða tað sum gerðast kann fyri at betra um.
Sands Kommuna.