Skip to main content

Tíðindi

Leysgangandi hundar á Sandi

Vit fáa javnan áheitan frá borgarum, í kommununi, um trupulleikar við leysgangandi hundum, og at hundaeigarar ikki taka upp eftir hundunum.

Nú hevur politiið eisini fingið somu fráboðan, frá borgarum, sigur politiið. 

Kommunan vil vísa á galdandi lóggávu, tá umrøður leysgangandi hundar løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar, sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020 grein 3:

Ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, uttan so at hann er havdur í bandi ella er við fólki, sum hevur fult ræði á honum. Hundur kann ikki sigast at hava ein leiðara, bert tí hann er undir eftirliti frá ánarans húsum ella vinnustaði. Verður hundur havdur í bandi, skal tað vera so stutt, at leiðarin hevur hann tætt inni at sær.

Kommunan vil við hesum heita á hundaeigarar um at hava hundin í bandi og at taka upp eftir hundinum.

Tilvildarliga mynd