Skip to main content

Tíðindi

Listasavnið: Spennandi og forkunnug útgávukonsert á Listasavninum á Sandi

Mikukvøldið tann 26/1 - kl. 20.00 er spennandi og forkunnug útgávukonsert á Listasavninum á Sandi. Komið øll og lurtið! hetta fer at gera januar lættari at koma í gjøgnum.

iTsLarceny

Hugskot uppstanda frá eini samantvinning av nýggjum og gomlum. Íblásturin til tað nýggja upprennur frá farnum upplivingum. Soleiðis er tað eisini við tónleikinum: Hann dregur altíð frá nútíðini, frá tí, ið longu er til, og slóðar nýggjar leiðir. Pablo Picasso segði "góð listafólk eftirgera, stór listafólk stjala!" Trummusláarin David Giesel grunar um hesi hugtøkini á erligan hátt við sínum kompositiónum. Hann himprast ikki við at savna ljóð úr náttúrðuni, úr býarmyndini, ella frá áður skrivaðum tónleiki, og brúka tey í løgum sínum. Heldur tvørturímóti søkir hann at hesum grundleggjandi hugtakinum, sum Picasso sipaði til.

Úrslitið av hesum kreativa framferðarháttinum, er nýggja kvintettin við nútimans lagsmíði, ið er myndað av einføldum løgum, stuðlað av framsøkjandi harmoni, og av einum stundum abstraktum, stundum konkretum, rútmiskum akkeri. Tá manningin improviserar, vera rámandi melodiir frambornir, samstundis sum teirra persónligheitir skína ígjøgnum. Teir ynskja sostatt at gera áhoyraran varugan við tónlistaliga máttin, vakurleikan og atkomuligleikan í modernaðum jazzi.

Høvi verður at keypa debutútgávanuna "Shapes", sum verður latin út tann 29. desember 2022. Talan er um eina EP við 4 løgum, ið eru innspæld tann 2. november 2021 í Bader Studios nærhendis Stuttgart.

Fyrsta staklagið av fløguni, Shapes , kann hoyrast her:

https://www.youtube.com/watch?v=kkFSi1hnwZY

Manning:

David Giesel - trummur

Jan Mikio Kappes - bass

Julian Drach - alto saxofon

Moritz Langmaier - klaver

Pauli Reinert Poulsen - gittar