Skip to main content

Tíðindi

Røðan sum Jákup Reinert Hansen helt á flaggdagshaldinum á Sandi

Hvørjum flagga vit fyri?

Flaggdagshald á Sandi 25/4-23

Gott fundarfólk, kæru oyggjabúgvar!

Henda vakra, men kalda flaggdagin havi eg hug at leggja fyri við at seta okkum øllum ein spurning, sum vit kunnu hugsa um: Hvørjum flagga vit fyri?

Í dag flagga vit fyri flagginum, sjálvandi. Men hvørjum skal okkara merki annars veittra fyri teir nógvu dagarnar, tað verður vundið á stong? Eiga vit ikki øll at kunna taka tað til okkara, børnini eins væl og tey ungu, skótarnir eins væl og ítróttafólkini? Eigur tað ikki at kunna vísa sínar litir og sítt krossmerki, tá sorgin rakar, eins væl og hátíðarløtur og gleðistundir? Skal eitt flagg ikki vera savnandi, fevnandi, inkluderandi, um tað skal bera sítt navn av røttum?

Hvørjar tær Føroyar eru, sum vit flagga fyri, hvørjir teir føroyingar eru, sum flaggið skal savna og fevna, tað fara vit at lata skaldini vísa okkum. Saman við teimum gera vit eina lítla ferð um land okkara. Mikkjal á Ryggi bjóðar okkum fegin við sær, tá ið hann velur at byrja í erva: “Kom upp á fjallatind,” syngur hann, “lít yvir Føroyalandið!” Tá ið henda vísan varð prentað í Dagblaðnum jólaaftan 1946, var hon sett upp við yvirskriftum, so tað skuldi vera lætt at fylgja skaldinum og hansara lýsing av okkara oyggjum. Hann byrjar við bjørgunum, vendir sær so til fjøllini um allan sólarkringin, síðani verða tað líðir og dalar, sum hava so nógv bæði til eygu og oyru, so kemur hann til bøin og tær søgur, hann goymir. Og nú verður tað tann búsetingin, sum hann týðiliga heldur hóska best til tað føroyska landslagið og samfelagið – bygdin:

Lág hús so tøtt um tún

í hugnaligum lagi,

so tjørubrædd og brún,

og takt við grønum flagi,

og kirkjan dygst harvið

so ellismild at sjá,

rætt sum hon lýsir frið

um bygd og bø og vág.

Strondin er tað seinasta, og so tekur Mikkjal á Ryggi samanum við einum vøkrum ynski fyri Føroya landi:

Guð geri okkum vís,

Guð gevi okkum magn

at virka tær til prís,

at nøra um títt gagn.

Har hann byrjar ovast á fjallatindinum og endar niðri við tann slætta fjørðin, tá ið hann skal lýsa landið alt, har velur eitt annað skald, Hans Andrias Djurhuus, at byrja norðuri ígjøgnum, tá ið hann yrkir sína heildarlýsing av Føroyum: “Lítið yvir Føroyaland, gloymið ikki minsta blettin!” Hans Andrias situr við landkortinum framman fyri sær og ferðast so í huganum av Viðareiði og allan vegin suðureftir. Her í oynni hava fólk nokk serliga havt tokka til tað ørindið, sum lýsir okkara heimstað og útsýni:

Sandoy grøn og heldur lág,

gras á nærum hvørjum bletti,

Trøllhøvd sær til prýðis setti,

Skúvoy liggur henni hjá –

Dímunarnar – brattar, smáar,

líta suðureftir báðar –

Suðuroyggin nes við nes –

síðst av øllum Munkafles.

Teir vóru lærarar, hesir báðir yrkjararnir, og tá ið vit syngja teirra sangir, eru vit øll næmingar hjá teimum. Hans Andrias setti heldur ongan eftir, men lat alla tjóðina syngja Merkinum sín glaðasta song.

Og hvat bindur okkum so saman sum tjóð, sum land og fólk? Tað kann m.a. vera samferðslan, veganetið, ferðasambandið, infrastruktururin, sum tey siga í dag. Eg haldi, eg dugi at síggja eina ávísa gongd, ja, beinleiðis menning at hava verið tey 40 árini, síðani eg setti búgv á Sandi. Eg hugsi um Rituna og Pride, Trónda og Smyril inn á Sand, Bursatanga og Gomlurætt, Teistan og Ternuna og útferðabátar og útróðrarbátar. Og nú hugsa vit næstan bara um Sandoyartunnilin og eru av álvara farin at ótolnast. Kommunurnar í oynni spíla seg út og útvega grundstykki í hópatali í tí vón, at fólk mugu seta búgv í hesum bygdum, og at tað má blóma í tí grønu oynni. Sandoy vil gjarna vera uppií.

Tí tykist tað beinleiðis rangvørgt, tá tað frættist, at ungar familjur ikki kunnu fáa lán til at byggja á bygd. Fyri einum góðum ári síðani greiddi ein bankastjóri frá, at tað var sera stórur váði við at læna pengar út til sethúsabygging á bygd. Um lántakarar so eiga 10% í eginpeningi og kunnu sannføra peningastovnin um, at tey klára rentur og avdrátt og framvegis hava pengar at liva fyri, so verða tey kortini, sum bankastjórin málbar seg, teknisk insolvent. Húsini á bygd eru ikki tað verd, sum tað kostar at byggja tey. Noyðast bygdafólk at selja síni hús, so er tann størsta neyðin ikki, at tey missa alt tað, tey hava spinkað og spart og arbeitt fyri; heldur ikki tað, at tey missa síni hús, sítt heim. Nei, sæð við bankans eygum er tann størsta neyðin tann, at bankin sjálvur kann koma at missa eina millión ella kanska hálva aðra. Hesi støðu vil bankin sleppa bæði sær og kundunum undan.

Eg hevði ikki borið hetta upp á mál, hevði eg ikki havt eitt uppskot til at bøta um hesa órættvísu ójavnvág í tí føroyska samfelagnum. Mær tykir, at okkum tørvar ein trygdargrunn fyri sethúsabygging á bygd.

Hvaðani skuldi fæið komið? Teir stóru bankarnir, teir sum verða sagdir at hava so stóran samfelagstýdning, at teir ómøguligt mugu fara av knóranum, teir skuldu sjálvir goldið inn av sínum yvirskoti, sínum vinningsbýti. Og hvør skuldi fingið teir til at gjørt tað? Partaeigararnir, sjálvandi. Meginparturin av partapeninginum í BankNordik er t.d. á føroyskum hondum, og Landsstýrið er tann heilt stóri partaeigarin. Politikararnir mugu ikki gloyma, at teir allir eru uppstillaðir í tí eina valdøminum Føroyar, og at veljarar teirra vænta, at teir hava vælferðina hjá øllum landinum í huga og vísa dirvi til at taka samfelagsgagnligar avgerðir. Betri Banka sigast øll tey at eiga, sum tekna tryggingar í Betri Samtakinum. Tí eiga sjálvandi eisini bygdafólk at hava ávirkan á bankans virksemi.

Hugsið tykkum til, um sethúsabygging á bygd varð fíggjað við somu treytum sum í stórbýnum, og um bankarnir kundu farið í ein trygdargrunn eftir teimum milliónum, teir stúra so fyri at missa. Um eisini føroyskir peningastovnar vórðu umtalaðir fyri sítt savnandi, fevnandi, inkluderandi virksemi, øllum landinum at gagni.

Flaggdagshaldið á Sandi 2023 er merkt av, at fólkið her hyggur inn í framtíðina við spenningi, við treysti. Vit eru longu farin at seta spurningar, sum tað næsta flaggdagshaldið skal sleppa at svara: Hvussu nógvir bilar fara at koyra gjøgnum tunnilin um samdøgrið? Hvussu nógv fólk seta búgv í oynni? Hvussu nógv grundstykki verða seld? Hvussu nógv nýggj hús verða í gerð?

Vónandi verður nógv at flagga fyri.