Skip to main content

Tíðindi

Sandoyartunnilin góðkendur

Umleið 80 fólk frá Politinum, Tórshavnar Sløkkiliði, Sands Sløkkiliði, Ambulansutænastuni og Landsverki tóku lut í venjingini

Landsverk og Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hava í dag góðkent Sandoyartunnilin til almenna ferðslu. 80 fólk tóku lut í stórari venjing í Sandoyartunlinum í gjárkvøldið.

Landsverk og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava gjøgnumgingið projektið, tilbúgvingina og trygdarútgerðina í Sandoyartunlinum, men áðrenn Sandoyartunnilin kundi endaliga góðkennast til almenna ferðslu, skuldi trygdarútgerðin í tunlinum trýstroynast í einari stórari venjing.

Venjingin var í gjárkvøldið. Umleið 80 fólk frá Politinum, Tórshavnar Sløkkiliði, Sands Sløkkiliði, Ambulansutænastuni og Landsverki tóku lut í venjingini, sum eftirkannaði ventilatiónsskipanina og samskiftisútgerðina í tunlinum.

Allir partar høvdu egnar eygleiðarar við, sum aftaná skrivaðu hvør sína frágreiðing um venjingina.

Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, tók saman um niðurstøðurnar og hevur góðkent tilbúgvingina í Sandsoyartunlinum.

Landsverk hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini og hevur í dag staðfest, at Sandoyartunnilin lýkur øll myndugleikakrøv og tískil kann lata upp fyri almennari ferðslu.

Arbeiðs- og Brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Sandoyartunnilin til almenna ferðslu.

 

Føroya Politi     Landsverk     Arbeiðs – og brunaeftirlitið