Tíðindi
Sandoyartunnilin letur upp tann 21. desember í ár
Nú líður so mikið væl við Sandoyartunlinum, at nú er dato sett á, tá tunnilin letur upp.
Tað hevur Teitur Samuelsen, stjóri í Eysturoyar- og Sandoyartunlar nevnt í miðlunu.
Hann segði eisini, at prísurin verður tann sami, sum hann er fyri at koyra í Eysturoyartunlinum. SÍ talvuna niðast.
Áðenn lati verður upp verður stór venjing, har allar trygdarskipanir í tunlinum skulu roynast av.
Ikki bara tilbúgvingin í tunnlinum má vera klár, sum nevnt omanfyri, tað má tilbúgvingin á Sandi eisini vera.