Skip to main content

Tíðindi

Sandshavið til fiskiskap

Seinnapartin loysti Sandshavið av Sandi á fyrsta túri til fiskiskap. Nú skal manningin fyrst læra skipið at kenna, sigur skiparin.

Tað skrivar Jón Brian Hvidtfeldt á kvf.fo

Frystilínuskipið Sandshavið fór seinnapartin sín fyrsta túr til fiskiskap.

Skipið varð keypt úr Íslandi og kom til Føroya síðst í mai mánaða, og síðstu mánaðirnar eru ymsar ábøtur gjørdar á skipið.

17 mans eru við á hesum fyrsta túrinum, har roynt verður vestanfyri Føroyar, sigur Eyvarur Petersen, skipari.

Á fyrsta túrinum skal manningin læra skipið at kenna, og tí verður hetta meira at rokna sum ein royndartúrur, ið ætlandi verður eini 10 dagar, sigur skiparin. Hann væntar, at vanliga fara at vera eini 14-15 mans við skipinum.

Sandshavið er smáar 48 metrar langur og 9 metrar breiður, og skipið lastar millum 260 og 300 tons.

Tað er sostatt væl størri enn gamla Sandshavið. 

Hin stóri munurin er, at nýggja Sandshavið hevur ........LES ALLA GREININ HER https://kvf.fo/greinar/2022/09/10/sandshavid-til-fiskiskap