Tíðindi
Nú er skótalið á Sandi
KFUM-Skótarnir í Føroyum skrivaðu fyri løtu síðan, at nú hava tey eisini skótabólk á Sandi.
Tey hava lagt hetta út á sín facbook-vanga
So hava KFUM-skótarnir í Føroyum fingið okkara skótabólk nummar 11. Tað er Skótalið Nykurs Rósa av Sandi sum í dag hevur fingið váttan uppá at tær eru ein partur av KFUM-skótinum í Føroyum.
Skótalið Nykurs Rósa hevði stovningardag á Grækarismessu 12.mars í ár.
Skótalið Nykurs Rósa er ein samanlagdur bólkur við Føroya KFUK skótum.
Her er mynd av Marjun og Barbaru umboðandi Skótalið Nykurs Rósu