Tíðindi
Søgt verður eftir leiðara til Barnagarðin á Sandi
Søkt verður eftir leiðara at arbeiða 40 tímar um vikuna, at byrja 1. februar 2022 ella eftir nærri avtalu.
Leiðarin í barnagarðinum á Sandi er leiðari fyri vøggustovu-, barnagarðs- og frítíðarskúlavirksemi. Á dagstovninum eru 12 vøggustovubørn og 31 barnagarðsbørn, og í frítíðarskúlanum eru 20 børn. Starvsfólkabólkurin telur í løtuni 5 námsfrøðingar og 9 hjálparfólk.
Ætlanin er at seta ungdómshús á stovn undir leiðslu av leiðaranum.
Vit bjóða:
• eitt áhugavert starv, í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum
• møguleika fyri at seta dám á stovnin.
Vit vænta at umsøkjarin:
• er útbúgvin námsfrøðingur
• hevur leiðsluførleikar og ein greiðan leiðslusamleika
• hevur fíggjarligu og námsfrøðiligu ábyrgdina av stovninum
• kann arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
• hevur hugsjónir um virksemi á einum dagstovni og ungdómshúsi
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgum
• dugir væl at samskifta bæði í skrift og talu, og kann virka í góðum samstarvi við børn, starvsfelagar, foreldur og aðrar samstarvspartar
• hevur teldukunnleika
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Námsætlan stovnsins kann útvegast og meiri fæst at vita um starvi við at venda sær til Sands kommunu á tlf. 211930 ella 212751.
Umsókn saman við viðmælum og upplýsningum um útbúgving, skulu sendast til Sands Kommunu, Mørkin Mikla 3, 210 Sandur ella sendast í telduposti til borgarstjórin@sandur.fo í seinasta lagi 15. januar 2022.
Sands Kommuna