Skip to main content

Tíðindi

Søkt verður eftir húsavørði

Persónligir eginleikar: Vit ynskja, at tú ert røkin, arbeiðssamur/arbeiðssom og samstarvshugað/ur.

Søkt verður eftir húsavørði til Sands kommunu at byrja 15. mai 2023 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • at halda viðlíka og gera neyðugar umvælingar og ábøtur á bygningarnar hjá kommununi
  • at halda viðlíka bilar og amboð hjá kommununi
  • at gera fyrifallandi arbeiði í samráð við umsitingina
  • at umsita talgildu kortskipanina hjá kommununi

Fakligir førleikar

Vit vænta, at tú hevur viðkomandi fakligan kunnleika og arbeiðsroyndir á omanfyri nevndu økjum. Tað er ein fyrimunur, tó ikki ein treyt, at tú hevur sveinabræv. Tú skalt hava koyrikort til vanligan bil og hava telduførleika.

Persónligir eginleikar

Vit ynskja, at tú ert røkin, arbeiðssamur/arbeiðssom og samstarvshugað/ur. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, men skalt eisini loysa uppgávur saman við øðrum kommunalum starvsfólkum.

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett eftir avvarðandi sáttmála, avmarkað til sáttmálan millum KAF og Føroya Arbeiðarafelag og sáttmálan millum KAF og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna.

Arbeiðstíð

Arbeiðstíðin er ávíkavist 40 tímar ella 39,5 tímar um vikuna.

Umsóknir

Umsóknir við møguligum viðmælum og prógvum saman við upplýsingum um royndir kunnu sendast sum brævpostur ella í telduposti og skulu vera Sands kommunu, Mørkin Mikla 3, 210 Sandur, sandur@sandur.fo í hendi í seinasta lagi 01. mai  2023, kl. 12.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til borgarstjóran á tlf 21 19 30.

Sands kommuna skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir og eisini til ikki at seta nakran av umsøkjarunum].

Sands kommuna