Skip to main content

Tíðindi

Ástaðarfund á Sandi

Náttúrufriðingarnevndin

Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini mikudagin 26. juni 2024 kl. 0900

Møtt verður við politistøðina á Sandi, haðani farið verður á staðið. Til viðgerðar:

Umsókn frá Elveitingareftirlitinum á Umhvørvisstovuni um prinsipielt loyvi at seta upp 7 vindmyllur vestan fyri Sands bygd, i einum ella fleiri hagapørtur, sum eru Klivaløkshagi Sunnaripartur, Klivaløkshagi Norðaripartur, Miðjan og Kletthagi, umframt at gera veg á staðið gjøgnum hagapartarnar Fjallshagi Heimastipartur, Fjallshagi Miðjan og Fjallshaga.

Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.

Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.

Við heilsan Kristjan Martin Joensen Sýslumaður Fráboðan er send:

Umsøkjaranum Sands kommunu Svørtatalvu í Sands kommunu