Skip to main content

Tíðindi

Viðvíkjandi Fólkatingsvalinum

Vísandi til, at fólkatingsval er útskrivað og verður mánadagin 31. oktober 2022, verður hervið kunngjørt, at veljarar greiða atkvøðu í hølinum hjá Sands Kommunu.

Atkvøtt verður millum kl. 09.00 og kl. 20.00 ella so leingi, veljarar møta uttan steðg.

Veljarar, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at nýta brævatkvøðu, kunnu atkvøða á Kommunuskrivstovuni til og við fríggjadagin 28. oktober 2022.

Tey, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima til og við fríggjadagin 28. oktober 2022, men kommunuskrivstovan má fáa boð um hetta í seinasta lagi kl. 12.00 hendan dagin á tlf. 661030

Gjørt verður kunnugt, at valkort verða send øllum veljarum, ið standa á vallistanum.

Veljari, sum ikki fær valkort, ella fær valkort við villum í, eigur at venda sær til kommunuskrivstovuna sum skjótast.

19. oktober 2022

Valstýrið á Sandi