Sandoyar Barnaverndartænasta

Sandoyar Barnaverndartænasta er eitt samstarv millum allar kommunurnar í Sandoyar sýslu, og er skipað við eini barnaverndarnevnd, mannað við einum umboði úr hvørjari kommunu, og eini samstarvsnevnd, mannað við borgarstjórunum í øllum kommununum.

Sandoyar Barnaverndartænasta arbeiðir eftir Barnaverndarlógini, og tað starvast 2 fólk í tænastuni.  

Sandoyar Barnaverndartænasta húsast á Skúlavegi 3 í 230 Húsavík, og hevur fasta skrivstovutíð gerandisdagar frá klokkan 8 til klokkan 12. Telefonnummarið er 361024.

NavnÁbyrgdarøkiTelduposturTelefon
Kristina J. á Reynatúgvuleiðaribvtsandoy@olivant.fo288024
Vaktelefoninbráfeingis tørøvur uttanfyri skrivstovutíð  281024
Vakttelefonin svarar alt samdøgrið