Borgarstjóri Heri Sverrason

Vídd 47,5 km2

Íbúgvar 577 (2011)

Fólkatættleiki 12,1/km²

Søga

Tað finnst ikki nógv tilfar um Sands kommunu. Framanundan 1922 var Sandoyggin ein kommuna, har Skúvoy eisini var í. Sum skilst, so sótu bygdirnar ikki væl um sátt, tí tær hildu seg fáa ov fáa mál í gjøgnum, til frama fyri júst sína bygd. Í september 1922 fær Føroya løgting skriv frá heilt nógvum veljarum, úr øllum bygdum, har tey vilja hava Sandoyar Prestagjalds kommunu sundur í 4 kommunur. Løgtingið ella "udvalget" viðgjørdi málið í september 1922, men tað var fyribils útsett við 13 fyri og ongin ímóti. Í mun til í dag, so var ætlanin at Skálavík og Húsavík var ein kommuna. Nær verðandi bygnaður er komin, er ikki eydnast at leita fram, men tað venda vit aftur til. Sí skjal sum Løgtingið fekk í 1922.