Dagstovur

Barnagarðurin á Sandi er ein kommunalur stovnur.

Stovnurin er vøggustovan, barnagarðurin og frítíðarskúlin. 

Leiðari á stovninun: Anita Jensen

Námsfrøðingur

561920  / 212751

 

Vara leiðari: Evie Warner

Álitisfólk: Rannvá Blástein.

Vara álitisfólk: Tóra Hentze

 

Foreldraráð:

Forkvinna: Eyðrið Mariannardótir

Skrivari: Hanus Johannesen

Barbara Vang

Miðlon er í húsunum á Teiginum. Í vøggustovuni eru børnini 

0-3 ára gomul. Starvsfólkini  í vøggustovuni eru Evie, sum er námsfrøðingur, Eyðvør, Tóra og Miriann, sum eru hjálparfólk.

Er í tí nýggja bygninginum á Teiginum. Í barnagarðinum eru 2 barnagarðsstovur:

·  Í Vesturstovu eru børn í aldrinum 3 til 5 ár,og har starvast Anita, námsfrøðingur, og 2 hjálparfólk.

·  Í Eysturstovu eru børn í aldrinum 5 til 7 ár, og har starvast Guðrið, námsfrøðingur, og 2 hjálparfólk.

Har starvast, Randi, sum er (námsfrøðiligur ástøðingur) og Eina, sum er hjálparfólk og Fridrika og Mary sum eru stuðlar.

Upplatingartíðir

Vøggustovan og barnagarðurin lata upp 

kl. 07.30 og steingja kl. 17.00.

Børnini, sum møta fyrrapart, skulu vera á stovninum fyri kl. 9.30. 

Um børnini av serligum ávum ikki møta tá, skulu tit boða okkum frá hesum fyri kl. 9.30.

Børn, sum eru í barnagarðinum fyrrapart, fara heim í seinasta lagi kl. 12.30.

Børn, sum eru í barnagarðinum seinnapart, skulu koma  kl. 12.30.

Vit bjóða tykkum heildagspláss og hálvdagspláss.

Hálvdagspláss fevnir um fyrrapartspláss til kl. 12.30, seinnapartspláss frá kl. 12.30 og hálvdagspláss, serliga ætlað foreldrum, sum arbeiða „skeivar“ tíðir og skiftivaktir. Tað er 11 heilar dagar um mánaðin ella 2,5 dagar um vikuna.

Barnagarðurin á Sandi er fyrst og fremst ætlaður børnum hjá borgarum á Sandi og í Húsavíkar-/Dals-/Skarvanesar- kommunu.

Um so er, at foreldur, búgvandi aðarastaðni, ynskja pláss til barn teirra, skulu tit søkja egna kommunu um at gjalda kommunugjaldið, sum fylgir plássinum. Kommunugjaldið er í løtuni kr 3.900,- kr/mð. Til ber eisini at gjalda hetta sjálv aftur at brúkaragjaldinum

· Vøggustovupláss:

Heildagspláss kostar 2.175,-kr/mð

Hálvdagspláss kostar 1.175,-kr/mð

Gjaldið lækkar til barnagarðsgjald tann mánaðin, barnið fyllir 3 ár.

· Barnagarðspláss:

Heildagspláss kostar 1.800,-kr /mð

Hálvdagspláss kostar 950,- kr/mð

· Frítíðarskúlapláss kostar 900,- kr/mð 

Goldið verður fyri 11 mánaðir árliga. Desembur máni er gjaldfríður.

Gjaldast skal á konto í Bank Nordik, kontonr. 6460- 162.492.1ella í EIK, á kontonr. 9181- 131.435.3.Goldið fyrst í mánaðinum í inniverandi mánaði.

Brúkaragjaldið er ásett sambært kravinum um at foreldur í mesta lagi skulu gjalda 30% av kostnaðinum av einum barnagarðsplássi. 

Um tit hava spurningar viðvíkjandi brúkaragjaldinum, kunnu tit seta tykkum í samband við Sands Kommunu, kommunuskrivstovuna, tlf. 661030 ella leiðaran á barnagarðinum, tlf. 212751.

Innmelding í barnagarð/frítíðarskúla fer fram á kommunuskrivstovuni ella á skrivstovuni í barnagarðinum.

Um plássið skal sigast upp, skal tað boðast skrivliga frá uppsøgn av plássinum til 1. Í komandi mánaðinum. Uppsagnartíðin er 1 mánaður.

Um so er, at eftirstøðan av brúkaragjaldinum verður 3 mánaðargjøld, siga vit plássið upp til mánaðin eftir. 

Kommunan veitir fíggjarligt frípláss í tann mun at inntøkuviðurskiftini hjá familjuni eru lág. Yvirlit yvir inntøkumarkið sæst á www.ahr.fo og fæst eisini upplýst á kommunuskrivstovuni.

Umsóknarblað til frípláss fæst á kommunuskrivstovuni ella á skrivstovuni í barnagarðinum.

Um mett verður, at eitt barn av serligum ávum skal hava møguleika at ganga í barnagarðin, ber til at søkja frípláss umvegis Barnaverndartænastuna í Sandoynni. Nærri fæst at vita um hetta á tlf. 361024/288024 í tíðarbilinum kl. 8.00-12.00 gerandisdagar.

Vøggustovu- og barnagarðsbyrjan

Tað er umráðandi, at barn tykkara fær eina góða byrjan í vøggustovuni/barnagarðinum.

Tað hevur týdning fyri barnið at venja seg við starvsfólkini og hini børnuni á stovninum.

Vit mæla til, at tit koma at vitja saman við barninum nakrar ferðir  í 1-2 vikur, áðrenn barnið skal byrjar. Á henda hátt lærir barnið okkum og umhvørvið at kenna, og vit tykkum og tykkara tørv.

Barnagarðurin letur ikki blæur. Tí verða tit biðin um at hava blæur við og at fylgja við, at blæur altíð eru til barnið. Blæurnar eru í kurvini hjá barninum á vesinum. 

Heit klæðir at spæla úti í, vøttir, góðar skógvar, regnklæðir, gummistivlar, hosur og inniskógvar.

Harumframt skulu tey altíð hava í minsta lagi eitt sett av skiftiklæðum við.

Klædnaklivarnir skulu tømast hvønn fríggjadag. Tit  verða biðin um at rudda klivan hjá barninum, so øll óneyðug klæði og lutir koma við heimaftur.

Tað eru tit foreldur, sum hava ábyrgdina av at halda klivan hjá barni tygara ruddiligan og dagførdan. Minnist til at seta navn í øll klæðini!

Suttur

Um barnið brúkar tátu, skal barnið hava tátu við í vøggustovuna Minnist til at merkja tátuna. 

Vit lata ikki børnunum tátuna at ganga við um dagin. Um børnini koma í vøggustovu við suttuni um morgunin, kunnu vit taka okkum av at gera avtalu við barnið um at leggja suttuna í kurvina í klivanum hjá barninum.

Leikur

Børn kunnu hava egnar leikur við í barnagarðin í tann mun tit meta tað vera skilagott. Tó ikki el leiku.Tit skulu skriva navn á leikurnar. Vit taka ikki ábyrgd av møguligum burturblivnum/brotnum leikum.

Børnini verða løgd at sova úti. Vanliga sova børnini í tíðarbilinum kl. 12-14, men serlig fyrilit verða tikin í mun til børn, sum hava eina aðra sovirytmu. Vit vilja helst, at barnið ikki verður órógvað, tá  ið tað svevur, at barnið sleppur at sova út og vakna av sær sjálvum. Tó ber til at gera avtalu um, at børn bara sova t.d. 1 tíma, tá ið tey eru um at gevast við at sova um dagin. 

Um tit hava ein eyka barnavogn til brúks í vøggustovuni, eru tit vælkomin at hava vognin við. Annars útvega vit barnavognin. Vit hava dýnur, koddar, regnslag og seðlar.

Eitt gott hugskot er at hava sovibamsuna við, um so er, at barnið brúkar eina sovorðna. Tað er tryggleikaskapandi  fyri barnið.  

Føðingardagar

Tá ið barnið hevur føðingardag, kann tað hava eitthvørt við at bjóða børnunum. Vit hugna um barnið við sangi, livandi ljósi og flaggi.

Føðingardagar verða hildnir á ymiskan hátt. Til ber at føðingardagsbarnið bjóðar bólkinum heim at vitja. Tit gera sjálv av, hvat barnið hevur við/bjóðar. Børnini eru eins glað fyri bollar og grønmeti v/dipp sum fyri kaku. Tað avgerandi er, at tað er barnið, sum bjóðar.

Sjúka

Sjúk børn skulu vera heima, um tey hava fepur og eru illa fyri. Vit boða tykkum frá, um so er at barnið er illa fyri/hevur fepur 

Vit geva bert lívsneyðugan heilivág.

Um barnið hevur eygnabruna, skal tað hava verið í viðgerð í eitt samdøgur, áðrenn tað kann koma í barnagarðin aftur.

Tit skulu boða stovninum/leiðaranum frá, um so berst á, at barnið verður smittað við sjúkum, sum kunnu gerast umfarssóttir. Talan er tá um barnasjúkur, eygnabruna, barnasár, barnaorm, streptokokkar og lús.

Vit taka tá fyrilit við at boða frá í barnagarðinum og at geva reinførinum eyka gætur!!

Tit verða biðin um at geva uppsløgum gætur og taka neyðug fyrilit, so sum at kemba eftir lús, hugsað um reinføri v.m.. Tað er einasti mátin basa hesum. Vit hava eina facebook síðu sum kunning kemur út á.

Vit minna á tagnarskylduna og virðing fyri hvørjum øðrum og børnunum, eisini í hesum viðfangi!!

Um so er at barnið kemur til skaða, verður tykkum altíð boðað frá. Sama hvør skaðin er! Um tørvur er á bráfeingis læknahjálp, ringja vit til læknan fyrst og fara sjálvandi við barninum, um tit eru burturstødd. Um tit eru í bygdini, fara tit saman við barninum til lækna. 

Starvsfólkið, sum er um barnið, tá ið skaðin hendir, skal gera skrivliga frágreiðing um skaðan, og hvussu hann hendi. Hetta til tess at forða fyri, at misskiljingar og hálvar frágreiðingar verða latnar foreldrum/starvsfólki.

Starvsfólkini í barnagarðinum hava galdandi 1-hjálparskeið frá Mai 2012. Skeiðið verður dagført 2. hvørt ár.

Trygging

Vit mæla foreldrum til at hava børnini tryggjað í familjutryggingini o.l., um so er, at skaði á barnið ella lutir hendir uttan fyri barnagarðstíð, t.d. á veg til hús.
Kommunan hevur trygging, sum tryggjar børnini ta tíðina, tey eru í barnagarðinum. T.v.s. í tíðarbilinum 06.15-17.00. 

Vit leggja stóran dent á at hava gott samstarv við tykkum foreldur um øll viðurskifti, sum viðkoma barni tykkara. 

Eina ferð árliga hava vit eina samrøðu við tykkum um menningina hjá barninum. Við til samrøðuna eru tvey starvsfólk umframt tykkum. Tit kunnu til eina hvørja tíð biðja um samrøðu við okkum um tørvur er á tí.

Foreldrafundir

Einaferð um árið er fundur á stovninum fyri øll foreldur. Felags foreldrafundurin er í februar/marts, har val av foreldraumboðum til foreldraráðið fer fram, foreldraráðið hevur ársfrágreiðing, og vit hava okkurt har viðkomandi evni verða umrødd. 

Tit eru vælkomin at koma við hugskotum til evni til foreldrafundin. Tað er bara at siga foreldraumboðunum ella leiðaranum frá hesum.

Vit hava í minsta  lagi eina árliga foreldrasamrøðu við tykkum. 

Hetta er gott høvi til í frið og náðum at tosa saman um menningina hjá júst tygara barnið. Foreldrasamrøðan skal verða uppbyggjandi og lata dyrnar upp fyri møguleikum í mun til trivnað og menningina hjá barninum og fyri víðari menning.

Frídagar smb. sáttmálanum hjá pedagogum og hjálparfólki:

Á páskum, frá Skírishósdegi til og við 2. Páskadag

Flaggdagin 25. Apríl  

Dýra Biðidag

Kristi Himmalferðardag

Á Hvítusunnu, 2. Hvítusunnudag 

Grundlógardag, eftir kl. 12

Òlavsøkudagur 

Ólavsøkuaftan eftir kl. 12

Jólaaftan

Nýggjársaftan 

Umframt hesar dagar  er stovnurin stongdur 3 vikur í juli, í viku 29, 30 og 31 og  millum jóla og nýggjárs. 

Stovnurin heldur tveir ráðleggingardagar um árið, har vit hava stongt. Ein um várið og ein um heystið. Ráðleggingardagarnir skulu fráboðast foreldrunum 1 mánað frammanundan.

Stovnurin hevur garðdag 1 ferð um árið. Hesin dagur verður skipaður saman við foreldraránum, hvar børn, foreldur og starvsfólk hugna sær saman og gera ábøtir á garðin.

Hvørt heyst, í september, fáa børnini møguleika fyri at verða avmyndað av fotografi. Hetta fáa tit fráboðan um.

Stovnurin hevur eitt foreldraráð, sum varð valt í feb 2014. Í foreldraráðnum eru trý foreldur:

· Nicolina Vest (forkvinna)

· Jóhanna Henriksen (Skrivari)

· Hanus Johannesen

Virksemi hjá foreldraráðnum er lýst í viðtøkunum fyri ráðið. Avrit hongur á kunningartalvuni í Miðlon og ganginum í eystur og vestur stovu .

Mál, sum tit meta eiga at verða løgd fyri foreldraráði, verða tit biðin um at orða einfalt og skrivliga

Øll starvsfólk í barnagarðinum hava tagnarskyldu í øllum viðurskiftum, sum viðkoma arbeiðinum inni á stovninum.

Tagnarskyldan er, smb. lógini, eisini galdandi eftir at starvsfólk fer úr starvi. Brot á tagnarskylduna verður revsað.

Barnagarðurin samstarvar við heilsurøktarfrøðingin í oynni um menningina hjá einstaka barninum á tann hátt, at vit ráðføra okkum við hana eftir tørvi. Um serlig avtala um kanningar í mun til eitt barn skulu gerast, vilja vit hava samtykki frá foreldrunum fyrst.  Sum dømi kann nevnast serlig kanning í mun til skúlabúning.

Í barnagarðinum brúka vit eitt „amboð“ til tess at fylgja málsligu menniningini hjá børnunum. TRAS merkir Tidlig Registrering Av Språk. 

Um barnið hevur tørv á hesum, fær tað eitt TRAS-blað, og okkara uppgáva er at fylgja við at málið/talan hjá barninum mennist á fullgóðan hátt. Øll starvsfólkini, sum hava heimild at útfylla TRAS, hava verið á skeiði í júst hesum hjá Sernámsdeplinum. TRAS vegleiðir okkum í, hvat vit serliga skulu leggja dent á viðv. málinum hjá einstaka barninum. 

Vit hava fráboðanarskyldu, tá ið børn av einari hvørjari orsøk ikki mennast fullvæl. Um so er, at eitt barn ikki fær ta umsorgan, tað hevur brúk fyri, hava vit skyldu at skriva frágreiðing um umstøðurnar og boða barnaverndini frá hesum. Vit kunna foreldrini um hetta, um tað viðvíkur teirra barni. 

Frá jan 2020 byrjaðu vit at arbeiða við verkætlanini betri vinir, sum er ein verkætlan við endamálinum, um at steðga happing. Øll starvsfólkini og foreldrini hava verði á skeið fyri at vit í felag kunnu fara undir hetta. 

Vit samstarva væl við Sands Skúla um tey elstu børnini, sum skulu byrja í 1. flokki at børnini skulu venja seg við komandi umstøðurnar fyri skúlabyrjan. (Sí námsætlan fyri børn 6-7 ár). Vit samstarva um førleikamenningina hjá einstaka barninum og komandi flokkinum, soleiðis at skúli og barn kunnu møtast á besta hátt. 

Samstarvið eitur „jól til jól“ flokslærarin sum tey skulu hava verður saman við børninum frá jan til juni tá børnini so fara í skúla í august fer námsfrøðingurin í skúla við og verður har fram til heystferiuna.

Mál við arbeiði okkara

Virksemi í barnagarðinum byggir á Dagstovnalógina og allar aðrar ásetingar viðvíkjandi virksemi og menning hjá børnum.

Eitt trygt umhvørvi er ein treyt fyri, at børnini trívast og mennast.

Vit leggja dent á at geva børnunum nærleika,  umsorgan og eitt mennandi umhvørvi, at tey kenna trygt kunnu mennast. 

Vit leggja dent á at virða einstaka barnið, men vilja eisini læra tað at vera saman við øðrum, kenna ábyrgd fyri øðrum og gerast ein virkin partur í felagsskapinum við hini.

Vit leggja dent á, at barnið skal vera ein virkin luttakari í egnum lívið. At barnið hevur ávirkan á egnan gerandisdag og verður hoyrt og sætt sum tað menniskja tað er.

”Gevið børnunum rætt til at liva og vera.

 Bara har, børn føla seg trygg, nælir tað, tey gomlu kalla lukkan.”