Skip to main content

Tíðindi

Deildarleiðari til Økistænastuna í Sandoyar sýslu

Søkt verður eftir einum dugnaligum og eldhugaðum deildarleiðara, ið hevur hug og hegni til at menna og mynda eitt nýtt starv í Økistænastuni í Sandoyar sýslu.

Økistænastan í Sandoyar sýslu veitir heima- og sjúkrarøkt til áleið 80 heimabúgvandi borgarar, aftrat hesum eru trý røktarheim við tilsamans 26 bú- og stutttíðarplássum.

Økistænastan í Sandoyar Sýsla er skipað sum ein samantvinnað eind. Tað vil siga, at starvsfólkini arbeiða bæði inni á stovnunum og veita tænastur til heimabúgvandi.

Arbeitt verður miðvíst við at tryggja borgarunum eina fakliga dygdargóða samskipaða heildartænastu.

Í Økistænastuni starvast ein økisterapeutur, ið veitir fyribyrgjandi-, endurvenjandi og viðlikahalds venjingar til borgararnar í økinum, umframt at Tilhaldið Hugnin eisini er ein partur av Økistænastuni.

Sum deildarleiðari kemur tú at hava fyrisitingarligu, starvsfólkaligu og fakligu ábyrgdina av røktarheiminum Áargarð og útiøkinum, harumframt kemur tú at virka sum leiðari, tá hesin er burturstaddur.

Førleikakrøv og persónligir eginleikar:
Tú er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur drúgvar kliniskar starvsroyndir – gjarna innan eldraøkið, somuleiðis so brennir tú fyri leiðslu og hevur góð samskiftis- og samstarvsevnir og dugir at lurta bæði, tá tað ræður um borgaran, avvarðandi, starvsfólk og samstarvspartar. Tú er fleksibul, hevur eitt gott yvirblik og ert
virkin og fremur úrslit. Tú hevur eitt lætt lyndi, lítur frameftir og tekur stig til betranarátøk, har tú saman við leiðslu og starvsfólkum setir mál, ið tryggja eina haldgóða tænastu til borgaran. Tú hevur góðar KT- førleikar
og førleikar at miðla vitan, skrivliga eins væl og munnliga.

Vit bjóða:
Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv, har tú ert við til at mynda og menna starvið og tænasturnar í økinum. Dugnalig og ágrýtin starvsfólk. Eitt eldhugað leiðslutoymi, ið saman við tær skapar eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Tað verður sett 1. mars 2022 og verður lønt sambært avtalu millum FMR/KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Send eina umsókn við lívsrensli (CV) og prógvum til: ot@ot.fo

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Maiken Olsen, leiðara, á tlf. 793601 ella teldupostmaikeno@ot.fo.

Umsóknarfreist 26. januar 2022 og setanarsamrøða verður 28. januar 2022.