Skip to main content

Tíðindi

Eystur- og Sandoyartunnilin í uppskoti til altjóða virðisløn

Verkætlanin at byggja Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar er í finaluni, til at verða vald sum ársins verkætlan 2022. Tað er altjóða felagsskapurin “International Tunnelling and Underground Space Association”, sum letur hesa virðisløn. Endamálið við virðislønini er at heiðra tær mest slóðbrótandi, nýskapandi og framúrskarandi verkætlanirnar innan tunnilsbygging og bygging undir jørð í síni heild.

Upprunaliga vóru 64 verkætlanir kring allan heim í uppskoti. Síðani hevur ein dómsnevnd valt 4 verkætlanir út til finaluna. Umframt verkætlanina, at byggja Eystur- og Sandoyartunnilin, eru 2 verkætlanir úr Kina og ein í Japan í uppskoti til at fáa heiðurin. Hetta er í flokkinum fyri verkætlanir við einum íløgukostnaði millum 50-500 mió. evrur, ella tað, sum svarar til millum 370 milliónir og 3,7 milliardir. Hvør fær heiðurin verður almannakunngjørt hósdagin 8 desember.

Hinar verkætlanirnar snúgva seg um ein tog tunnil í Kina sum er 15,5 km. langur, ein 6,5 km. langur metro tunnil og tveir vatntunlar undir Tokyo í Japan, sum skulu fyribyrgja at Tachiaigawa áin floymur yvir áarbakkan.

LESA ALT HER https://awards.ita-aites.org/?fbclid=IwAR3nM0Lsl5A0nRSphmL9rMA2rvMZUQITeEQ2URnlmAoHJcaEcpQtbm88Swo