Skip to main content

Tíðindi

Havnarlagið á Sandi skal ruddast

Í hesum sambandi heitir kommunan á borgarar og fyritøkur, sum hava lutir ella órudd á havnaøkinum um at beina hetta burtur av økinum skjótast gjørligt og í seinast lagi 1. mars. 2023.

Bingjurnar á økinum, sum eru sjónliga í ringum standi og skemma, skulu beinast burtur. Bingjur sum standa á havnaøkinum og ikki hava loyvi frá Sands kommunu, skulu fáa loyvið upp á pláss, ella verða tær beindar av økinum.

Verða lutir ella órudd ikki ruddað burtur innan 1. mars 2023, verður tað burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning og ábyrgd.

Eru ivamál um eitthvørt í hesum sambandi so er møguligt at ringja til Sands kommunu á

tel. 66 10 30 ella at skriva ein teldupost til: sandur@sandur.fo