Skip to main content

Tíðindi

Húsavørður til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Søkt verður eftir húsavørði fulla tíð í farloyvisstarv skjótast gjørligt og til 31. desember 2024.

Húsavørðurin hevur ábyrgd av dagliga rakstinum og viðlíkahaldinum av øllum bygningum og ognum hjá Økistænasuni í Sandoyar Sýslu.

Ábyrgdarøki

• Vanligt viðlíkahald av bygningum, útbúnaði og øki rundan um bygningarnar

• Ábyrgd og eftirlit av el-skipanum, eldsløkkiskipanum, tekniskum útbúnaði og renovatión

• Uppfyllan, útkoyring og eftirlit av felagsgoymslu

• Hagreiða mat saman við økonomuni

• Flutning av búfólki o.ø.

• Røkja tænastubilarnar

Førleikar

• Útbúgving sum húsavørður, handverkari ella líknandi

• Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt

• Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur

• Góðan røkiskap

• Góð samstarvs- og samskiftis evnir

• Hava koyrikort

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF og Føroya Handverkarafelag/ Landsfelag Handverkaranna.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú væl komin at seta teg í samband við Maiken Olsen, leiðara, telefon 793601 ella á teldupost ot@ot.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skal sendast til t-post ot@ot.fo.

Umsóknarfreist 14.desember 2021