Skip to main content

Tíðindi

Nýggj útstykking og barnagarður høga raðfesting

Tá útstykkingin er liðugt, verður farið í holt við planering av lendinum til barnagarðin.  

Vit fáa fleiri nýggj grundstykki, og vit fara at byggja ein nýggjan barnagarð, sum hevur høga raðfesting hjá okkum, sigur borgarstjórin, Heri Sverrason.

Hendan greinin, sum Vilmund Jacobsen hevur skrivað, stóð á in.fo fyrr í mánaðinum.

Við endurgeva hana her: 

Í Sands kommunu vænta tey, at eftirspurningurin eftir grundstykkjum fer at veksa, tá oyggin seinni í ár fær fast samband við meginøkið. Tí eru tey nú í holt við eina spildurnýggja útstykking á Skarðsbøi, har pláss verður fyri 33 nýggjum grundstykkjum til sethúsabygging.  

Her verður vegur, kloakkir, ljós og allar íbindingar til grundstykkini, sum verða seld planerað, tá tey eru liðug. Tað er entreprenørfyritøkan, J&K Petersen, sum ger arbeiðið, og her hevur seinastu tíðina bæði verið grivið, borað og sprongt.

Nýggja útstykkingin á Sandi liggur norðanfyri og í framhaldi av útstykkingini á Vatnsryggi, sum varð liðug fyri nøkrum árum síðan.

Á Vatnsryggi eru 13 grundstykki, harav onkur eru bygd, onnur eru í gongd, men fleiri enn eru óbygd.

Sands kommuna hevur selt grundstykkini á Vatnsryggi fyri 170.000 til 200.000 krónur – alt eftir, hvussu stór grundstykkini eru. Heri Sverrason, borgarstjóri, veit enn ikki at siga, hvat nýggju grundstykkini á Skarðsbøi verða seld fyri.

Umframt at útvega fleiri grundstykki, nú Sandoyggin fær fast samband við meginøkið, arbeiðir Sands kommuna eisini við einari ætlan um at byggja nýggjan barnagarð beint norðanfyri útstykkingina á Skarðsbøi.

- Vit hava í eina tíð havt samskifti við byggifyritøku, sum áður hevur framt verkætlanir í Sandoynni. Útstykkingin og nýggjur barnagarður hava høga raðfesting, og eg eri eg vónríkur um, at nýggi barnagarðurin kemur upp at standa, áðrenn valskeiðið er úti.

Hann sigur, at útstykkingin á Skarðsbøi ætlandi verður liðug seinni í ár, og tá fer kommunan at bjóða grundstykkini til sølu. Tað var í fyrru hálvu av november í fjør, at fyrstu fløgini á Skarðsbøi vórðu loyst. Tá útstykkingin er liðugt, verður farið í holt við planering av lendinum til barnagarðin.  

Soleiðis endar greinin á in.fo. Greinin stóð eisini at lesa í Sosialinum, sum hevði eitt innlegg um sandoynna.