Skip to main content

Tíðindi

Tað grør um gangandi fót: Nýtt frystilínuskip til Sands

Í dag hava mennirnir aftanfyri Sp. 31.01.2011, sum eiga og reka línuskipið Sandshavið, keypt íslendska frystilínuskipið Kristrún, sum er heimahoyrandi í Reykjavík.

Skipið er bygt í 1988, er 47 metrar langt og 9 metrar breitt. Motorurin er ein 1000 hestar Cattepillar.

Sum skilst, kemur skipið til Føroyar umleið hálvan mai.

Síðani rokna eigararnir við, at tað tekur umleið ein mánað til teir eru klárir at fara til fiskiskap við skipinum.

Meiri verður at frætta um skipið seinni.

Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigarunum til lukku og Guds signing við skipinum.

Myndirnar tók sjómanstrúboðarin í januar 2017, tá hann vitjaði umborð í Reykjavík.

Tað er facebook - vangin hjá Føroyska Sjómansmissiónin sum hevur hesi tíðindini og eisini eigur myndina.

Sands kommuna ynskir reiðaríinum hjartaliga til lukku.