Skip to main content

Tíðindi

Sands bókasavn ruddar út á bókasavninum

Vit rudda á bókasavninum.

Vit fáa regluliga nógvar bøkur innum hurðina frá privatpersónum, men tíverri hava vit ikki pláss fyri øllum á bókasavninum.

Tí lata vit nú hesar bøkur, sum standa í gongini púra ókeypis!

Nógvar góðar bøkur eru at fáa, kom endiliga forbí og forvitnast.

Fleiri myndir eru á facebook- vanganum hjá Sands Bókasavn.

Tað er opið á bókasavninum frá 9-16 allar gerandisdagar.