Skip to main content

Tíðindi

Tunnils -skráin í dag

Heri Sverrason, borgarstjóri á Sandi flytur fram røðu. Klokkan 14 byrjar hátíðarhaldið innanfyri tunnilsmunnan í Traðardali.

Í dag, hósdagin, er stórur dagur fyri Sandoynna og fyri føroyska samfelagskervi. 

Farið verður í gongd á Gomlurætt klokkan 11. Tríggjar tímar seinni byrjar stóra hátíðarhaldið í Sandoyartunnlinum. Har vera fleiri røðir, umframt ymiskur tónleikur.

Klokkan 11: Súkkling, renning og ganging av Gomlurætt

Klokkan 14: Hátíðarhald innanfyri tunnilsmunnan í Traðardali

GHM spælir og síðani verða røður og kórsangur.

Teitur Samuelsen stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin.

Aksel Johannesen, løgmaður flytur fram røðu

Bergur Poulsen, nevndarformaður í P/F Eystur- og Sandoyartunlar flytur fram røðu

Sunleif Rasmussen greiður frá um ljóðmyndina, sum er at hoyra í tunlinum á FM 100

Edward Fuglø greiður frá um listaverkið

Heri Sverrason, borgarstjóri á Sandi flytur fram røðu

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu flytur fram røðu

Sunniva í Stovuni, varaborgarstjóri í Skálavíkar Kommunu flytur fram røðu

Gerhard Lognberg klippir snórin

Hornblástur og fólk fara út úr tunlinum.

Nakað eftir klokkan 15 koyrir elsti bilførari á Sandoynni, Herman Petersen, gjøgnum tunnilin, sum hin fyrsti eftir at tunnilin er alment tikin í nýtslu. Løtu seinni kunna bilar eisini koyra inn av Gomlurætt.

Eftir hátíðarhaldið eru dyrnar opnar í ítróttarhøllini í Traðardali, har øll eru vælkomin til kaffimunn og annað.

Tað skrivar tunnilin í tíðindaskrivi.