Skip to main content

Tíðindi

Strandferðslan byrjar nýggja bussleið millum Sandoy og meginøkið

Ókeypis verður at royna hetta restina av árinum

Við nýggju ferðaætlanini kunnu sandoyingar ferðast til meginøkið til arbeiðis ella í skúla um morgunin og heimaftur seinnapart, skrivar SSL.

Í samband við at Sandoyartunnilin nú letur upp, gevst Teistin at sigla á Sandoyarleiðini. Seinastu túrarnir hjá Teistanum eru á skránni í morgin, tá tunnilin eisini letur upp fyri almennari ferðslu.

Strandferðslan hevur arbeitt við at gera nýggja bussleið til reiðar, og í dag kann SSL avdúka hana.

Verandi busstænasta millum bygdirnar í Sandoynni við leiðunum 600 og 601 verður verðveitt -  við onkrum smærri tillagingum. Tann nýggja leiðin, Leið 650, fer at koyra 8 dupulttúrar gerandisdagar og 4 dupulttúrar í vikuskiftunum. Hetta merkir, at tað partvíst er møguligt er at leggja dagin til rættis eftir hesum.

- Við nýggju ferðaætlanini kunnu sandoyingar ferðast til meginøkið til arbeiðis og í skúla um morgunin og heimaftur seinnapart. Túrar vera nú eisini koyrdir beinleiðis til Glasir. Ferðast kann eisini úr meginøkinum í Sandoynna í samband við arbeiði. Samband er harumframt við flestu túrar hjá Sildberanum til og úr Skúvoy.

Eins og við ferðslu við persónsbilum verður tað ókeypis at koyra við Bygdaleiðum millum Sandoynna og Tórshavn fyrstu tíðina. Leið 650 byrjar við túrum í annaðkvøld: Hósdagin 21. desember úr Tórshavn kl 17:05 og 18:35 og av Sandi kl 17:50 og 19:20. Annars byrjar hon av álvara fríggjadagin 22. desember, og tað er ókeypis at koyra við restina av árinum.

Strandferðslan upplýsir eisini, at møguligar broytingar verða gjørdar eftir eina tíð, nú hetta er nakað nýtt:

- Ferðaætlanin fyri leið 650 verður fyribils galdandi fram til endan av mars mánaða, tá ið koyringin verður eftirmett og møguligar broytingar gjørdar.