Skip to main content

Tíðindi

Fólk úr Sveits og Týsklandi fylgja oyggjaliðnum

Altjóða fjepparaskarin!

Til síðsta dyst hjá besta mansliðnum, áðrenn summarsteðgin, løgdu vit merki til eitt lítið ferðalið av fremmandafólkum, ið vóru og hugdu at dysti millum B71 og Víkingi.

Tað skrivar B71 á facebook síðu síni, teir siga víðari, vit funnu útav at fólkini vóru úr Sveits og Týsklandi og søgdu seg fylgja við B71. Áðrenn tey fóru haðani, so funnu vit eina blusu frá undanfarnum kappingarárum fram og góvu teimum sum minnisgávu.

B71 fær tíðum boð sendandi boð alla møguliga staðni frá, frá fólkum ið fylgja við og tað sæst eisini á uppsløgunum, ið vit deila á Facebook, at fjepparaskarin er ikki bert sandoyingar, men eisini altjóða.

Forvitnisligt at man kann vera eitt smáfelag úti í Norðuratlantshavið, men kortini vekja áhuga bæði nær og fjar.

Tað skeivar B71 at enda  á facebook