Skip to main content

Tíðindi

Várdagar - frágreiðing um trøðini

Stutt greining um planturnar sum borgararnir fingu leygardagin. Trøini eru millum 40 cm og 50 cm høg.

Haraldur Símunarson Hammer sigur soleiðis um planturnar. 

Várligir dagar á Sandi.

Planturnar eru pottaðar í størri pottar í ár, tí kann moldin vera leys runt í pottinum, sum gevur plantini betri pláss at vaksa.

Minst til at vanda pottin væl, og plantan ikki blívur planta beinaveg úr pottinum.

Mynd1 niðanfyri) Fjallaribes: Miðalhøgur leyvfellandi runnur. Tunnar greinar og hangandi vøkstur. Gulgrønar blómur. Harðførur. Tolir serliga væl skugga. Tolir væl at verða kliptur. Natúrlig útbreiðsla: Norðurevropa. Okkara tilfar: avbrigdið er kallplanta, alin fram í Danmark.

Mynd2 niðanfyri) Sitkagrann: Stórvaksið veturgrønt nálatræ. Nálirnar blágrønar, við broddi. Hægstu trøini í Føroyum eru Sitkagrann. Harðført. Trívst best í góðari jørð. Úr Alaska.