Skip to main content

Tíðindi

Visitator/ fyribyrgjari til Økistænastuna í Sandoyar Sýslu

Talan er um eitt samskipað starv sum visitator og fyribyrgjandi vitjan til fólk 75 ár og eldri og fólk, ið hava demenssjúku.

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingi ella ergoterapeuti 0,75 svarandi til 30 tímar/ vikuna til setan 1. januar 2022 ella skjótast gjørligt.

Starvið inniber at tryggja, at borgarar, ið venda sær til Økistænastuna um tænastu, fáa skjóta og fakliga grundaða visitering og revisitering við atliti til fyribyrging, heilsustimbran, rehabilitering, røkt og umsorgan. At veita fyribyrgjandi heimavitjanir til fólk 75 ár og eldri við atliti til at stimbra heilsuna og virkisførleikar í framtíðini. At veita eina ráðgevandi, vegleiðandi, uppfylgjandi og samskipandi tænastu til fólk, ið hava demenssjúku og teirra avvarðandi.

Í Økistænastuni í Sandoyar sýslu eru trý røktarheim við tilsamans 23 búplássum og 3 stutttíðarplássum. Heima- og sjúkrarøkt verður veitt til áleið 75 heimabúgvandi borgarar, umframt at Økistænastan veitir fyribyrgjandi heimavitjanir til fólk 75 ár og eldri. Økistænastan í Sandoyar Sýsla er skipað sum ein samantvinnað eind, hetta inniber at starvsfólk bæði kunnu starvast inni á røktarheiminum og úti í økinum.

Førleikar

• Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur ella ergoterapeutur

• Útbúgving sum demenssamskipari

• Evnir til at raðfesta og arbeiða sjálvstøðugt

• Fleksibul og virkisfús/ur at loysa skiftandi arbeiðsuppgávur

• Hevur góð samstarvsevnir

• Dugir væl at samskifta í skrift og talu

• Hevur góðan telduførleika

• Hevur koyrikort

Vit bjóða:

• ein fakligan spennandi og mennandi starvsstað

• dugnaligar og ágrýtnar starvsfelagar

• møguleika saman við starvsfeløgum at menna tænasturnar hjá Økistænastuni

• góða innleiðslu og upplæring

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella Ergoterapeutfelagið

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú væl komin at seta teg í samband við Maiken Olsen, leiðara, telefon 793601 ella á teldupost ot@ot.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvum og upplýsingar um útbúgving og royndir skal sendast til t-post ot@ot.fo.

Umsóknarfreist 13. desember 2022