Skip to main content

Tíðindi

183 ár við ongum wc

Núverandi kirkja á Sandi er bygd ár 1839, kirkjan er eitt satt prýði fyri bygdina, ja ein dýrgripur sum nær um allir borgarar er stoltir av og góð við.

Øll hesi mongu harrans ár til dagin í dag, hevur einki vesi verði knýtt at kirkjuni. Hettar setti undanfarna kirkjuráð sær fyri at broyta, og loksins, 183 ár eftir at kirkjan bleiv bygd, er nú komið hartil, at ein vesibygningur í góðveðrinum í dag bleiv reistur.

Sands Kommuna fegnast um framstigið.

Á Sandi er gott at búgva.