Skip to main content

Tíðindi

EIN ÓVÆNTAÐ GÁVA

Í samband við 20 ára jubileum hjá ein av stóru stuðlum okkara Articon, so vildi samstarvsfelagi teirra, Runavíkar Kommuna at fødselarurin nevndi eitt gott endamál, ið kommunan kundi stuðla við eini upphædd.

Tað skrivar B71 á facebook vanga sínum.

Valið fall á B71 og tískil fingu vit eina óvæntaða peninga gávu hendan vegin.

Hendan góða gerðin fór fram í tí stilla, men vónandi er tað í lagið at vit í Sandoyar Ítróttarfelag B71 kortini bera tykkum eina heilsu og tøkk fyri umhugsni. Tað vera nokk ikki ofta at runavíksingar eru B71 stuðlar, men tað vísir bara at vit standa øll saman, uppá kross og tværs, í hesum lítla landi.

Hjartaliga tillukku og drívið á víðari!

Tað skrivar B71 á sínum facebook - vanga 

( myndina eigur Runavíkar kommuna )