Skip to main content

Tíðindi

Arbeitt verður við nýggjum konsepti til grøna háskúlan á Sandi

Enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvat tilboð skúlin fer at bjóða, tá tað eftir ætlan kemur gongd á skúlan aftur komandi summar, sigur Katrin Petersen.

"Starvsfólkini eru uppsøgd og leigumálið somuleiðis, meðan arbeitt verður við nýggjum konsepti til Grøna háskúlan á Sandi," sigur Katrin Petersen, forkvinnan í stýrinum

Tað skrivaði Tróndur Olsen á kvf.fo tann 22.juli.

Tekstin og myndina eigur kvf.fo.

Grøni háskúlin á Sandi, sum vit kenna hann, er niðurlagdur, nú starvsfólkini eru uppsøgd, og leigumálið um hølini eisini er uppsagt.

"Arbeitt verður við nýggjum konsepti til grøna háskúlan á Sandi, " sigur Katrin Petersen, forkvinna í stýrinum fyri grøna háskúlan.

30. juni segði stýrisforkvinnan, at ov fáir næmingar vóru tilmeldaðir longru skeiðini á skúlanum. Tað er eitt krav, fyri at skúlin fær fígging frá landinum. Tí fór skúlin at repa seglini.

Enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvat tilboð skúlin fer at bjóða, tá tað eftir ætlan kemur gongd á skúlan aftur komandi summar, sigur Katrin Petersen.

HOYR ALLA SAMRØÐUNA VIÐ KATRIN PETERSEN -TRYST HER https://kvf.fo/greinar/2022/07/22/oll-starvsfolk-grona-haskulanum-sandi-uppsogd

Tað er annars ikki so langt síðani, at Grøni háskúlin fekk nýggjan stjóra.

Í november í fjør var Maud Wang Hansen sett sum stjóri. Í alt fimm starsvfólk vóru knýtt at Grøna Háskúlanum á Sandi.